Innanlands

Útstykkingin á Bøvegi liðug

Útstykkingin til sethús á Bøvegi í Fuglafirði varð avhendað 26. november. Talan er um 9 vanlig grundstykki og trý dupult grundstykki.

Mynd: Fuglafjarðar kommuna

Mynd: Fuglafjarðar kommuna

2019-12-01 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Útstykkingin til sethús á Bøvegi í Fuglafirði er nú liðug og avhendað.

Arbeiðstøkan í sambandi við vegin varð boðin út fyri seg, og var tað Falkon, sum stóð fyri hesum arbeiði í 2014. Síðani varð sjálv planeringin av grundstykkjunum bjóðað út, og átti JHR Entreprenørar lægsta boðið og fingu arbeiðið, skrivar Fuglafjarðar kommuna á heimasíðuna.

Upprunaliga ætlanin var at útstykkja 12 vanlig grundstykki, men hendan ætlanin varð seinni broytt til at umfata 9 vanlig grundstykki og trý dupult grunstykki.

Verkætlanin varð boðin út sum innboðin lisitatión millum 7 arbeiðstakarar. JHR Entreprenørar átti lægsta boðið, og sáttmáli varð undirskrivaður 27. februar í ár.

Vanligu grundstykkini eru á leið 500 fermetrar til víddar, og dupult grundstykkini eru 300 fermetrar til víddar. Grundstykkini eru grovplaneraði íroknað tekniskar leiðingar.

Arbeiðið byrjaði 15. mars, og avhendingin var 26. november.

Sambært Fuglafjarðar kommunu, er stórur áhugi fyri at byggja hús í Fuglafirði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder