Fyri nakað yvir einum ári síðani skrivaðu Rúni Petersen, stjóri fyri JHR Entreprenørar í Rituvík, og Tórbjørn Jacobsen, undir sáttmála um útstykking av 7 grundstykkjum í Æðuvík.
Les eisini: JHR stykkjar út í Æðuvík
JHR Entreprenørar áttu lægsta boðiði, ið var 2,3 milliónir krónur. Við í verkætlanini eru útgrevstur, planering, gøtuljós, kantsteinar og asfalteraður vegur. Áðrenn hesa útstykkingina var onki kommunalt grundstykki tøkt í bygdini - kommunan átti frammanundan jørðina undir útstykkingini.
Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari í dag, at fríggjadagin í seinastu viku handaði JHR-stjórin borgarstjóranum útstykkingina, og nú kunnu áhugað venda sær til Runavíkar kommunu, um áhugi er fyri at ogna sær eitt av stykkjunum. Søluprísurin í Æðuvík er 400 krónur fyri fermeturin.
Á býráðsfundinum hin 25. november 2021 samtykti býráðið, eftir tilmæli og samtykt frá ávikavíst teknisku deild og Byggi- og býarskipanarnevndini, at útstykkingin í Lítlatúni í Æðuvík verður send Umhvørvisstovuni til sundurbýtingar, skrivar runavik.fo
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/12/14/890x590/1639487881d1cwkux908.jpg)
Mynd: runavik.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald