Innanlands

Uttandura jólaguðstænastur í Klaksvík og á Toftum

Hetta verður gjørt, nú ongar guðstænastur kunnu vera innandura jólaaftan. Í báðum førum verður guðstænasta styttri enn vanligt. Trúboðin leggur jólaprædiku við Símuni Persson Jacobsen út

Klokkan 16 jólaaftan verður ein styttri guðstænasta á fótbóltsvøllinum í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

Klokkan 16 jólaaftan verður ein styttri guðstænasta á fótbóltsvøllinum í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-22 06:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kirkjan fer út á gøturnar á jólum - og eisini á alnótina.

Fólkakirkjan boðaði í gjárkvøldið frá, at eingin innandura jólaguðstænasta verður jólaaftan ella fyrsta jóladag, orsakað av koronutilmælunum.

Les eisini: Eingin innandura guðstænasta jólaaftan og jóladag

Tó varð latið upp fyri, at "kirkjuligar løtur" vera uttanfyri hesar serligu dagarnar, har tað vanliga savnast heilt nógv í føroysku kirkjunum: 

- Um kirkjuráðini og sóknarprestarnir ynskja tað, er møguleiki fyri at hava styttri gudstænastur / andaktir ella kirkjuligar løtur uttandura um halguna. Hetta er eitt plástur á sárið, nú tað kirkjuliga lívið í drúgva tíð hevur verið órógvað.

Hetta hava tey í Norðoya Vestara Prestagjaldi og í Nes prestagjaldi ikki latið farið aftur við borðinum. Boðað varð í gjárkvøldið frá, at guðstænasta verður 24.12 í Klaksvík: 

- Fyri sera mong er tað ein týðandi partur av jólunum at fara í kirkju jólaaftan. Men eins og í fjør er fólkakirkjan noydd at avlýsa vanligu gudstænasturnar jólaaftan og jóladag, orsakað av høgu smittutølunum. Tó verður tað hildið at vera ráðiligt at hava eina stutta jólaaftansgudstænastu uttandura. Tá spurt var um møguleikan at skipa fyri tí á plenuni, vóru kommunan og KÍ beinanvegin jalig og beinasom.

Og á Toftum: 

- Hesum møguleika hevur Nes kirkjuráð valt at lofta. Skipað verður tískil fyri uttandura gudstænastu jólaaftan á Toftum, har jólatræið hjá Nes kommunu stendur. Gudstænastan verður kl. 14.00. Viðmælt verður, at fólk taka niður sálmabókaappina.

[object Object]
Mynd: Nes Prestagjald

Eins og í Klaksvík verður ikki talan um langa guðstænastu: 

- Slík gudstænasta kann eyðvitað ikki verða ov long. Tískil verða sungnir 2-3 sálmar, jólaevangeliið verður lisið, prestur hevur prædiku, bøn verður biðin og Harrans signing lýst. Gudstænastan byrjar við at klokkan í Fríðrikskirkjuni kallar til fundar.

Byrjað verður klokkan 14 á Toftum og klokkan 16 í Klaksvík. Veðrið kann sjálvandi spæla inn á báðum støðum, men sum nú sær veðurforsøgnin góð út - tó at tað verður kalt.


Á alnótini

Tað fer eisini at bera til at "fara til guðstænastu og hoyra prædiku" á alnótini. Trúboðin hevur boðað frá, at jólaaftan klokkan 15:00 verður video lagt út við jólaprædikuni, sum Símun Persson Jacobsen skuldi hava í kirkjunum í Sjóvar Prestagjaldi.

Ovi Brim, ið hevur prædikuna á Toftum jólaaftan, fer Jóladag klokkan ellivu at skifta orð um jólini og jólaboðskapin, saman við einum øðrum presti, Jákupi E. Petersen. Hesir taka javnan upp til røðina "Menn í Kjóla", og tað verður møguligt at síggja á Facebook og Youtube. Hetta skrivar Nes Prestagjald.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder