Uttanríkisráðmálaharrarnar úr Russlandi og Ukraina kunnu hittast til samráðingar innan tvær vikur, sigur turkiski uttanríkismálaráðharrin, Mevlüt Çavusoglu.
– Har kann verða ein fundur á høgum støði – í minsta lagi uttanríkismálaráðharrastøði innan eina ella tvær vikur, sigur turkiski uttanríkismálaráðharrin sambært Ritzau.
Fyrr í vikuni var Turkaland vertur fyri samráðingum millum londini í Istanbul, og báðir partar søgdu týsdagin, at samráðingarnar høvdu verið jaligar, men Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini segði tó mikudagin, at tey ikki kunnu siga, at tey høvdu nakað gjøgnumbrot undir samráðingunum.
Í Moskva vísa tey ikki beinleiðis møguleikanum um ein fund á uttanríkismálaraðharrastøði aftur, men tað verður undirstrikað, at har skal vera ein týðandi dagsskrá, um russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov og ukrainski starvsbróðir hansara, Dmytro Kuleba skulu hittast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald