Vladimir Makei, uttanríkismálaráðharri í Hvítarusslandi, er deyður, 64 ára gamal. Tað boðaði hvítarussiska tíðindastovan Belta frá í gjár.
Sagt verður, at Vladimir Makei, ið hevur verið uttanríkismálaráðharri síðan 2012, andaðist brádliga í gjár, tveir dagar áðrenn hann skuldi hitta russiska starvsbróðir sín, Sergei Lavrov.
Í vikuni luttók Makei á fundi í Collective Security Treaty Organization (CSTO), ein hernaðarsamgonga, sum Kasakstan, Kirgisistan, Tadskikistan, Armenia og Russland eisini eru limir í.
Undan hvítarussiska forsetavalinum í 2020 hevði Makei funnist at Russlandi og arbeitt fyri at betra um samstarvið við Vesturheimin. Men tá mótmælini byrjaðu eftir forsetavalið, fekk pípan eitt annað ljóð. Tá segði Makei, at mótmælisfólkini, sum ikki vildu góðtaka almenna valúrslitið, sum peikaði á sitandi forsetan sum vinnara, høvdu fingið íblástur frá Vesturheiminum.
Í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina í februar segði Makei eisini, at tað var Vesturheimurin, sum hevði provokerað Russland, og áttu ukrainsku myndugleikarnir at taka undir við treytunum hjá Russlandi.
Talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum sigur, sambært Reuters, at tey eru skelkað um deyðsboðini, meðan hvítirussiski andstøðuleiðarin Svetlana Tikhanovskaja, sum nú livir í útlegd, sigur, at Makei hevur svikið fólkið í Hvítarusslandi, og er tað fyri hetta, at fólkið fer at minnast hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald