Uttanríkisráðharrar í G7-londunum tosaðu í gjár saman um støðuna í Miðeystri, eftir at tveir av ovastu leiðarunum í Hizbollah og Hamas eru dripnir.
Tað boðar amerikanska uttanríkismálaráðið frá sambært DR.
Umrøtt á fundinum var m.a. møguleikin fyri einari avtalu um vápnahvíld millum Hamas og Ísrael, sum trýggjar leyslating av gíslum og betri møguleikar at fáa neyðhjálp inn í Gaza. Umrøtt var eisini, hvat ein slík avtala um vápnahvíld hevur at siga fyri alt økið.
G7 er ein felagsskapur fyri fremstu ídnaðarlond í heiminum. Tey sjey londini, sum eru við í felagsskapinum, eru USA, Týskland, Japan, Frakland, Stórabretland, Kanada og Italia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald