Uttanlands

Uttanríkisráðharrin undir trýsti

Leiðarin fyri Liberal Alliance, Anders Samuelsen, varð ikki afturvaldur á ting

Anders Samuelsen (Savnsmynd)

Anders Samuelsen (Savnsmynd)

2019-06-06 10:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Politiski leiðarin í danska flokkinum Liberal Alliance, Anders Samuelsen, hevur givið avboð til floksleiðaraorðaskifti í dag.

Orsøkin er, at flokkurin bíðar eftir fínteljingini og harvið endaliga úrslitinum av valinum, boðar Liberal Alliance frá í morgun, sambært Ritzau.

Tað er siður, at leiðararnir fyri flokkarnar hittast til kjak í Publicistklubben dagin eftir fólkatingsval, men í dag verður tað uttan sitandi uttanríkisráðharran, Anders Samuelsen, og Liberal Alliance.

Liberal Alliance fekk eitt stak vánaligt val í gjár. Flokkurin fekk einans 2,3 prosent av atkvøðunum. Seinast fekk LA 7,5 prosent og gjørdist nakað inn í hetta valskeiðið partur av borgarligu stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen.

Fleiri av markantu andlitunum hjá flokkinum vórðu sostatt ikki afturvald, eitt nú fyrrverandi olympiski ítróttamaðurin, Jochim B. Olsen, og alt bendir á, at Anders Samuelsen heldur ikki verður afturvaldur.

Í dag eru tað fleiri markantir limir í Liberal Alliance, sum ávara um, at flokkurin má fáa nýggja politiska leiðslu, um hann yvirhøvur skal hava møguleika at yvirliva kreppuna, sum flokkurin er komin í.

Anders Samuelsen byrjaði sína politisku starvsleið í Radikale Venstre, og hevur umboðað flokkin bæði á fólkatingi og í býarstýrinum í Horsens. Í 2007 stovnaði hann, saman við eitt nú Naser Khader, flokkin Ny Alliance. Seinni skifti flokkurin kós og broytti navn til Liberal Alliance.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder