Útvið 100 fólk til kjakfund hjá Fólkaflokkinum

Lokala valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Havn skipaði í gjár fyri kjakfundi um privata húsarhaldið og vinnuna, nú kríggj og innflatión økja um kostnaðarstøði

(Mynd: Fólkaflokkurin)

(Mynd: Fólkaflokkurin)

2022-06-09 21:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Havnar Framburðsfelag skipaði fyri og kjakfundinum, sum varð hildin á Hotel Hafnia í gjárkvøldið. 

Høvuðsspurningurin til fundin var: ”Hvat kunnu vit sum samfelag gera at lætta um hjá privata húsarhaldinum og vinnuni, nú kríggj og inflatión økja kostnaðarstøði í Føroyum?"

Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum hevði eina framløgu um fíggjarligu gongdina í føroyska samfelagnum seinastu árini og hvørji útlitini eru fyri framtíðina. 

Hann nevndi eisini hvørji líkindi vit hava at seta í verk møguligar hjálparpakkar til tey sum nú eru hart rakt av ógvusligu príshækkingunum. 

Evy Jacobsen, stjóri fyri Betri Holding, hevði eina framløgu um fíggjarligu gongdina fyri samtakið. Hon tosaði eisini um rentustøði og hvønn týdning hækkandi rentan hevur fyri tey, sum hava húsalán. 

Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, hevði eina framløgu um hvussu aktuella støðan ávirkar fólk. Hann nevndi, at inflatiónin serliga rakar tey ungu (aldur 18 - 35 ár), sum antin júst hava sett búgv ella royna at seta sær búgv, sera hart. 

Síðani var pallborðs orðaskifti. Í panelinum sótu Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður, Niels Mortensen, stjóri fyri SMS-samtakið, Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak. 

Orðstýrari var Jón Brian Hvidtfeldt. 

Kjakið var lívligt og fólk fingu nógv at vita um aktuellu støðuna og hvar politiska skipanin arbeiðir við í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder