Innanlands

Útvið 200 vórðu vigað og máld í Vági um vikuskiftið

Í sambandi við átakið "Virkin Vágur" vórðu útvið 200 vágbingar vigaðir, umframt at teir fingu mált feittprosent, vøddamassu og BMI

Mynd: Fólkaheilsuráðið

Mynd: Fólkaheilsuráðið

2021-02-01 14:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið vórðu útvið 200 vágbingar vigaðir. Her var ikki bert talan um vektina, men eisini varð feittprosent og vøddamassi máldur og saman við hesum BMI.

Hetta var í sambandi við átakið "Virkin Vágur", sum Vágs kommuna skipar fyri sum ein partur av ABC fyri sálarliga heilsu. Meira um átakið kann lesast her.

Vigað verður aftur fyrst í mars, so fólk kunnu síggja, um februar mánaður hevur givið nakað. 

Umframt at máta seg, fáa hesi eitt skjal heim við, har tey kunnu skráseta, hvat tey hava gjørt teir ymsu dagarnar.

Vágs kommuna er ein av kommununum, sum gongur undan á hesum økinum, og Fólkaheilsuráðið er til reiðar at hjálpa øðrum kommunum í gongd við líknandi átøk, skrivar Fólkaheilsuráðið á heimasíðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder