Valúrslit.fo: 45 kvinnur og 57 menn stilla upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu hesaferð. Tað vil siga, at 44,1 prosent av valevnunum eru kvinnur.
Tað er væl fleiri enn seinast. Tá var lutfallið 28 kvinnur og 50 menn. Tað vil siga, at 35,9 prosent av valevnunum í Tórshavnar kommunu vóru kvinnur ta ferðina.
Tjóðveldi hevur fulla javnstøðu á sínum lista hesaferð, og á trimum uppstillingarlistum eru fleiri kvinnur enn menn. Tað er á javnaðarlistanum, borgaralistanum og kommunulistanum.
Sambandsflokkurin hevur seks kvinnur og sjey menn á sínum uppstillingarlista.
Fólkaflokkurin: 3 kvinnur og 11 menn
Sambandsflokkurin: 6 kvinnur og 7 menn
Javnaðarflokkurin: 9 kvinnur og 8 menn
Tjóðveldi: 8 kvinnur og 8 menn
Framsókn: 3 kvinnur og 6 menn
Miðflokkurin: 2 kvinnur og 6 menn
Borgaralistin: 5 kvinnur og 3 menn
Kommunulistin: 9 kvinnur og 8 menn
Í 2016 vóru kortini lutfalsliga fleiri kvinnulig valevni enn hesaferð í høvuðsstaðnum. Tá vóru 33 kvinnur og 40 menn uppstillaði til býráðsvalið. 45,2 prosent av valevnunum vóru kvinnur fyri átta síðan.
Í 2012 var lutfallið 33 kvinnur og 54 menn, svarandi til, at 38 prosent av valevnunum vóru kvinnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald