Seinastu dagarnar hava fólk kring allan heimin stuttleikað sær við at deila myndir av, hvussu tey, sambært einari app, fara at síggja út, tá tey verða gomul.
Men nú skal russiska fyritøkan handan Faceapp, sum appin eitur, kannast av FBI.
Tað stendur í einum brævi til FBI frá leiðaranum í demokratiska minnilutanum í senatinum, Chuck Schumer.
Hann stúrar fyri, at russiska fyritøkan savnar upplýsingar um amerikanarar, ið brúka appina.
Í brævinum skrivar hann, at hann heldur, at Faceapp er ein hóttan móti trygdini hjá USA, og at privatlívið hjá teimum mongu amerikanarunum, ið brúka appina, eisini kann vera í vanda.
Tað er fyritøkan Wireless Lab í Russlandi, sum hevur framleitt appina, sum er tøk bæði í App Store og Google Play, har Faceapp er ein av mest umtóktu appunum í løtuni.
Nógv kend fólk kring heimin hava, sambært DR, eisini deilt "gamlar" myndir av sær sjálvum, m.a. amerikanski rapparin Drake.
Faceapp riggar soleiðis, at brúkarin flytir eina mynd av sær sjálvum inn í appina, og so kann hon broyta myndina, so brúkarin eitt nú fer at síggja gamal út.
Eftir at fleiri milliónir king heimin er farin at brúka appina, eru fólk farin at stúra fyri, hvat Faceapp fer at brúka allar myndirnar til.
Sambært CBS News eru treytirnar hjá Faceapp soljóðandi.
- Faceapp, dóttirfelagið og tænastuveitarar sleppa at senda upplýsingar, sum vit savna inn um teg, úr tínum landi til onnur lond kring heimin.
Fyrisitingarstjórin handan Faceapp, Jaroslav Goncharov, sigur við amerikanska miðilin TechCrunch, at ongar upplýsingar fara til Russlands.
Myndirnar verða í staðin lagdar út á Google Cloud og Amazon Web Services, sum eru uttanfyri Russland. Eisini sigur Goncharov, at flestu myndirnar verða strikaðar aftaná 48 tímar, og at Faceapp ikki selur ella deilir upplýsingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald