2022-07-10 15:24
Fríggjadagin 8. juli kom nýggja bókin "Tættir og søgur úr Bíggjar søgu" út, og í hesum sambandi varð skipað fyri bókaframløgu í Bø.
Tað var fríggjadag seinnapart, at Pakkhúsið var karmur um tiltakið.
Sambært Sørvágs kommunu høvdu rættiliga nógv fólk leitað sær til Bíggjars í sambandi við, at Bøur nú hevði fingið sína bygdasøgu.
Borðreitt var við pinnamati og øðrum góðum, og á skránni var eisini felagssangur, og Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum, sum hevur givið bókina út, helt røðu.
Tað er Óla Jákup Guttesen, sum hevur skrivað bókina, sum er 500 blaðsíður.
(Mynd: Sørvágs kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald