
Hesa vikuna eru Matstovudagar. Tað vil siga, at fleiri av matstovunum í Havn bjóða fram eina matskrá fyri ein nakað bíligari penga, enn tað annars kostar.
Tað er Visit Tórshavn, ið samskipar hetta tiltakið, sum í ár verður roynt á øðrum sinni her síðst í februar mánaði.
Undirtøkan hevur verið sera góð, frætta vit frá Visit Tórshavn. Fyrrapartin í dag vórðu 644 bókingar gjørdar á heimasíðuni matstovudagar.fo, svarandi til 1.997 borðreiðingar.
- Tað eru serliga tær nýggju matstovurnar sum hava verið væl umtóktar hesaferð. Víngarðurin og Hallartún er mestsum útselt, og á hinum matstovunum er nøkur fá pláss eftir, upplýsir Visit Tórshavn.
Matstovudagarnir byrjaðu í gjárkvøldið og eru alla hesa vikuna. Men fríggjakvøldið og leygarkvøldið er útselt á nærum øllum matstovum.
Á fyrsta kvøldinum vóru 27 bókingar, svarandi til 82 borðreiðingar á øllum matstovunum.
Hesar matstovurnar eru við í ár: Katrina Christiansen, Hotel Føroyar, Skeiva Pakkhús, Etika, Hallartún, Barbara Fishouse, Áarstova, Húsagarður og Víngarðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald