Mentan

Væl umtóktur norskur leikur kemur til Føroya

Aftaná nógvar útseldar leiksýningar í Noregi, kemur leikurin “Av måneskinn gror det ingenting”  til Føroya. Leikurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum 6. oktober.

2026-09-30 12:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leikurin er bygdur á skaldsøguna hjá Torborg Nedreaas frá 1947, ið elvdi til mikla øsing við lýsingini av ólógligari fosturtøku.  Ein maður og ein kona hittast á einari jarnbreytastøð. Sum náttin líður, sigur konan manninum sína søgu – um kærleika, loyndarmál og val, ið gerast avgerandi fyri lívsleiðina.

Av måneskinn gror det ingenting verður mett at vera eitt av høvuðsverkunum í norsku bókmentasøguni eftir seinna heimsbardaga. Skaldsøgan elvdi til mikla øsing millum manna orsakað av beinleiðis lýsingini av lívsumstøðunum hjá kvinnum tá í tíðini, og gjørdist skaldsøgan millum tær fyrstu norsku útgávurnar, ið uttan nakað uttanumtos neyvt segði frá einari ólógligari fosturtøku.

Á pallinum verður ungdómskærleiki, sum ongantíð veruliga hvørvur, eitt kærleikssamband, ið má fjalast, og eitt lív merkt av tátíðarinnar reglum og normum.

Agder Nye Teater sigur søguna um kærleika, skomm, frælsi og ábyrgd, sum hóast hon er søgulig, framvegis er viðkomandi og setur spurnartekin við avgerðir, vit taka í dag.

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder