Uttanlands

Væl umtóktur texanari fer við í forsetastríðið

USA: Beto O’Rourke ætlar at stilla upp móti Donald Trump á forsetavalinum

Beto O'Rourke (Savnsmynd: EPA)

Beto O'Rourke (Savnsmynd: EPA)

2019-03-14 07:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir gitingar í fleiri mánaðir er tað nú greitt, at fyrrverandi kongresslimurin, Beto O’Rourke, stillar upp fyri demokratarnar til at gerast forsetavalevni í 2020.

Tað var sjónvarpsstøðin KTSM, við heimstaði í heimbýnum hjá O’Rourke, El Paso í Texas, sum kundi fortelja hetta í gjár.

46 ára gamli Beto O’Rourke skal hava váttað hesum í einum sms-samskifti við lokalu sjónvarpsstøðina, men tað verður ikki fyrr enn í dag, at hann fer at koma við almennu fráboðanini.

O’Rourke gjørdist landskendur á miðskeiðisvalinum í fjør, tá hann bjóðaði Ted Cruz av á senatsvalinum í Texas. Hann tapti, men var bara fá prosentstig frá at vinna á Cruz, sum leingi var við í stríðnum at gerast replublikanskt forsetavalevni í 2016.

Texas er harafturat ein av mest konservativu statunum í USA yvirhøvur.

Beto O’Rourke fekk tí stórt uppmerksemi, eisini tí at tað eydnaðist honum at savna so stóran fíggjarligan stuðul frá privatum gevarum, og tí eitt methøgt tal av sjálvbodnum hjálptu honum í valstríðnum.

Hann varð eisini róstur fyri sín máta at føra valstríð og fyri at hann megnaði at vitja allar 254 sýslurnar í Texas.

Síðani valið hevur hann gjørt vart við seg sum ein argur mótstøðumaður hjá Donald Trump, forseta, og serliga hansara ætlanum um at byggja ein múr á markinum til Meksiko.

Tá forsetin í farna mánaði vitjaði markið nærhendis El Paso, helt O’Rourke ein vælvitjaðan veljarafund, har hann ákærdi Trump fyri at framleiða følsk tíðindi um innflytarar og umælið hjá El Paso, sum ein bý har lógloysi ræður.

O’Rourke er eisini væl umtóktur á sosialu miðlunum, og brúkar nógv Instagram fyri at koma út við sínum politisku boðum.

Síðan hann tapti móti Cruz hevur verið gitt um hann fór at vera við í 2020. Eisini tí at hann dúgliga hevur vitjað aðrar amerikanskar statir, serliga teir, sum eru fyrst á skránni at hava undanval. Komandi vikuskifti heldur hann fleiri veljarafundir í statinum Iowa, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder