Amerikanski sjónleikarin og komikarin, Leslie Jordan, doyði í gjár í eini ferðsluvanlukku í Hollywood, skrivar Los Angeles Times.
Jordan var við í sjónvarpsrøðunum “Will & Grace” og “American Horror Story”. Hann fekk eisini nógv uppmerksemi í sambandi við koronafarsóttina, tá hansara smáu upplívgandi filmsbrot á Instagram gjørdist væl umtókt.
Eitt løgreglufólk upplýsir fyri Los Angeles Time, at Leslie Jordan sat við róðrið í einum BMW, tá hann í gjár rendi inn í ein bygning í Hollywood. Sjónleikarin doyði á staðnum.
Leslie Jordan gjørdist kendur, tá hann í 1989 kom við í fyrsta umfar av røðini “Murphy Brown”. Síðan hevur hann eisini spælt við í “Bodies of Evidence” og “Hearts Afire”.
Undir koronafarsóttini megnaði hann við sínum stuttligu videobrotum og serliga suðurstatsmáli at savna 5,8 milliónir fylgjarar á Instragram.
Í filmsbrotunum fortaldi hann skemtiligar søgur frá gerandislívinum undir farsóttini og ummælti nýggjan tónleik við eitt nú Cardi B og Megan Thee Stallion.
Leslie Jordan, sum bert var 1,50 metrar høgur, greiddi eisini frá í filmsbrotunum, hvussu tað var at vaksa upp sum samkyndur í einum trúgvandi umhvørvi við einum pápa, sum var í herinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald