Innanlands

Væleydnað átak á Giljanesi

161 fólk vórðu koppsett, tá koppsetingartoymið hjá Sjúkrahúsverkinum var í Vágum mikudagin

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2021-08-13 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrradagin var koppsetingartoymið hjá Sjúkrahúsverki Føroya á Giljanesi og bjóðaði koppseting, og hetta má sigast at hava eydnast væl, tí 161 fólk vórðu koppsett.

99 fólk høvdu bílagt tíð til koppseting, og onnur 62 fólk valdu møguleikan við støkk inn-koppseting, skrivar Vága kommuna.

Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sjúkrahúsverkið vóru felags um átakið at fáa koppsetingartoymið vestur at bjóða øllum borgarum, ið ynsktu at verða koppsett, at verða koppsett har vesturi. Hetta var gjørt sum ein royndarverkætlan, at koma runt um í landinum við koppsetingini.

– Kommunurnar ynskja at takka Sjúkrahúsverkinum og koppsetingartoyminum fyri eitt sera gott og fyrimyndarligt samstarv. Umstøðurnar á Skúlanum á Giljanesi vóru serstakliga væl egnaðar til endamálið, har leiðandi húsavørðurin, saman við sínum toymi stóð fyri at innrætta skúlan til endamálið, skrivar Vága kommuna.

Um tríggjar vikur kemur koppsetingartoymið vestur aftur at geva 2. koppsetingina, og tá verður eftir ætlan eisini støkk inn-koppseting.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder