Mentan

Væleydnað eggjaveiða í Leirvík

Seinastu árini hava nøkur ung av sínum eintingum skipað fyri eggjaveiðu í Leirvík. Tiltakið varð endurtikið páskaaftan í ár, og eini 800 børn og vaksin tóku lut í veiðuni

2024-03-31 17:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu árini hava nøkur ung av sínum eintingum skipað fyri eggjaveiðu í Leirvík. Tiltakið varð endurtikið páskaaftan í ár, og eini 800 børn og vaksin tóku lut í veiðuni.

Sjálv veiðan byrjaði klokkan átta. Tá vóru ein triðingur av teimum 1.500 krem-eggunum løgd út, og fólk byrjaðu at leita. Eggini vóru goymd um alla bygdina og nakað niðanum eisini. Síðani vórðu egg løgd út aftur í fleiri umførum gjøgnum dagin. Sum nakað nýtt hesaferð varð lagt eitt gullegg út, har hepni finnarin fekk ein góðan vinning.

Eggjaveiðan endaði við einum tiltaki á hugnaliga krokkvøllinum, har Bárður á Lakjuni sang nakrar frálíkar barnasangir og trøllaomman, Trøllapætur og ommudidd høvdu eina framførslu við lívi í. At enda varð drigið um nakrar vinningar. Øll kremeggini høvdu fingið eitt nummar, so eggið samstundis var ein lutaseðil. Ímeðan tiltakið á krokkvøllinum var, var høvi at fáa sær kakao, kaffi, te og vaflur.

Ein av fyriskiparunum, Hallur Foldbo, sigur, at tey gera hetta fyri trivnaðin hjá barnafamiljum.

- Vit fáa ikki løn fyri at fyriskipa eggjaveiðuna, men smíl og væl nøgd vaksin og børn er grundin til, at vit gera hetta.

Alt tiltakið var ókeypis fyri tey luttakandi. Tað varð fíggjað av kommunu, virkjum og einstaklingum.

Niðanfyri ber til at síggja nakrar myndir frá tiltakinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder