Ómannaða kinesiska rúmdarfarið Chang’e 5, sum hevur savnað tilfar á mánanum, er komið aftur til jørðina í øllum góðum. Hetta er fyrstu ferð í yvir 40 ár, at eitt rúmdarfar hevur heintað tilfar av mánanum.
Rúmdarfarið varð sent upp av eini rúmdarstøð í Mongolia 23. november. Kina er nú triðja landið í heiminum eftir USA og Sovjetsamveldið, sum hava rikið royndir heim av mánanum.
Uppgávan hjá Chang’e 5 var at savna inn tilfar fyri at fáa meira at vita um, nær mánin skaptist. Eisini verður ynskt at fáa at vita meira um gosaktivitetin, sum hevur verið á mánanum.
Royndirnar vórðu tiknar í einum ókannaðum øki á mánanum, Oceanus Procellarum – hav stormanna.
Eftir at royndirnar vóru tiknar, fór farið undir heimferðina aftur 1. desember.
Talan var um eina tekniskt krevjandi uppgávu. Henda verkætlanin hevur havt stóran týdning fyri Kina, sum harvið kundi prógva sín dugnaskap og vísa, at landið veruliga vil nakað við rúmdargranskingini.
Ætlanin hjá Kina er at byggja eina rúmdarstøð á mánanum og senda mannað rúmdarfar upp í 2030.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald