Innanlands

Væleydnað summarskeið á Ítróttaháskúlanum

Í farnu viku var summarskeiðið 2024, har luttakarar vórðu blakaði út í alskyns avbjóðingar og upplivingar

2024-06-30 19:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein vanligur partur av virkseminum hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er at skipa summarskeið fyri einum meiri tilkomnum aldursbólki. Tað skrivar Suðuoyarportalurin.

Í farnu viku var summarskeiðið 2024, har luttakarar vórðu blakaði út í alskyns avbjóðingar og upplivingar.

- Vit kunnu staðfesta, at aldur er bert eitt tal. Tí hetta hevur verið ein herligur, lívligur og ikki minst djarvur hópur av fólkum úr øllum Føroyum! Takk fyri, at tit vóru við til at gera vikuna so stuttliga og minnisríka, skrivar Ítróttaháskúlin á Facebook.

- Vit síggjast næsta ár, skrivar ítróttaháskúlin á Facebook har fleiri myndir frá summarskeiðnum eisini síggjast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder