2020-02-24 19:31
Mett verður, at nærum 4.000 fólk hava vitjað Torradagarnar í Klaksvík.
Smæran og Miðhøllin á Skúlatrøð kunnu sigast at hava verið høvuðspallarnir á Torradøgunum, tó at nógv onnur tiltøk hava verið runt um í býnum, har sjóvinnan so ella so hevur verið á skrá.
Nevnast kann m.a. listaframsýningar og konsertir og kaféir.
Hjálpin og viljin, til at gera Torravikuna væleydnaða, hevur verið ómetaliga stórur, og eiga øll tøkk fyri tað, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuna.
Longu nú kann kommunan boða frá, at Torradagarnir vera aftur á skrá 15. – 21. februar 2021.
Fleiri myndir síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald