Innanlands

Væleydnað trygdarvenjing í Dalstunlinum

Við vóru umleið 40 fólk frá løgregluni, sløkkiliði, Heilsuverkinum og Landsverki. Tunnilin letur upp um eina viku

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2026-07-11 21:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Trygdarvenjining í nýggja Dalstunlinum var fríggjadagin, og hon gekk væl.

Umleið 40 fólk frá Politinum, Húsavíkar og Sands Sløkkiliði, Heilsuverki Føroya, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum royndi tilbúgvingarætlanina, tøknina, mannagongdir og eftirkannaði samskiftisútgerðina í tunlinum.

Leygardagin 18. juli kl. 14 verður hátíðarhald í sambandi við, at tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder