Mentan

Væleydnaður plantingardagur við Stórá

Trøini sum vórðu sett niður hesaferð vóru sitkaelri og sitkagran – Plantaði vórðu 200 trø

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2020-10-21 17:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Árliga eru tveir plantingardagar við Stórá og tann eini var so seinasta mikudag, 14. oktober.

Lýst varð við tiltakinum á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu, tí øll eru vælkomin at hjálpa til. Í ár var einamest starvsfólk í umsitingini hjá kommununi, men onnur vóru eisini møtt at geva sítt íkast til dagin, skrivar Tvøroyarar kommuna.

Plantaði vórðu 200 trø, afturat verandi trøum.

Trøini sum vórðu sett niður hesaferð vóru sitkaelri og sitkagran, ið hava víst seg at vaksa væl í økinum. Har vórðu bygt 3 lívdarhegn, umframt at fyrireikingar vórðu gjørdar til fleiri.

Kommunan bjóðaði morgunmat og døgurða, og var talan um eina hugnaliga løtu, har úrslitið vónandi sæst aftur um nøkur ár, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder