Innanlands

Vælferðartøkni og etikkur

Etiskir spurningar um eitt nú tólmenni í røktini verða tiknir upp á tiltaltaki í komandi viku

2022-06-01 15:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vælferðartøkni er vorðin ein týðandi partur av okkara lívi. Vit tosa her um tøkni við tilgjørdum viti (AI, Artificial intelligence), so sum tólmenni (robottar), appir og telduforrit, sum kunnu lætta um ívgerandisdegnum. Tøkni, sum ger fólk betur før fyri at vera virkin, røra seg, taka lut og at klára seg sjálvi, ikki minst teimum, ið tørva røkt, antin tað er í egnum heimi, á røktarheimi ella øðrum stovni.

Vælferðartøkni kann soleiðis eisini vera við til at leysgeva arbeiðsorku, samstundis sum hon kann betra um trygd og lívsgóðsku hjá borgarunum.

Men við vælferðartøkni stinga nógvir etiskir spurningar seg eisini upp. Hvussu ávirkar tað sambandið millum menniskjur, tá ið tøkni og tøkniskipanir yvirtaka partar av røktini? Ber tað til at siga nei til vælferðartøkni, sum verður boðin einum, og fáa okkurt annað í staðin? Hvussu tryggja vit, at brúkarin verður hoyrdur og tikin við upp á ráð? Hava vit lov til at hava eftirlit við fólki gjøgnum tøkniskipanir, um tey ikki sjálvi hava givið sítt samtykki? Hvør hevur ábyrgdina fyri, at vælferðartøknin riggar sum hon skal? Og hvør hevur ábyrgdina, tá okkurt gongur galið? Og so framvegis.

Fyri at varpa ljós økið, umframt at finna fram til og kjakast um so nógvar etiskar spurningar sum til ber, skipa Etiska ráðið og Sjúkrarøktaretiska ráðið í felag fyri einum tiltaki um vælferðartøkni og etikk seinnapartin týsdagin 7. juni í Smæruni í Havn.

Tiltakið verður skipað soleiðis, at umboð fyri mennarar, veitarar, brúkarar og onnur fáa høvi til lýsa evnið “Etikkur og vælferðartøkni” frá sínum sjónarhorni, við stuttum framløgum, sum verða stroymdar beinleiðis og sjónbandaðar til útgávu á heimasíðum.

Tilmelding fer fram á Facebook, har tiltakið og skráin fyri tiltakið er at finna á vangunum hjá Etiska ráðnum.

Tíðindaskriv frá Etiska ráðnum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder