Fríggjakvøldið klokkan 19 verður forkunnug konsert í auluni í Finsen við altjóða viðurkenda armenska klaverleikaranum, Marianna Shirinyan og føroyska kvinnukórinum Silvitni.
Allur ágóðin fer til at hjálpa krígsraktum børnum í Armenia, Ukraina og Irak umvegis RESET-verkætlanina hjá hjálparfelagsskapinum Mission10forty, sum hjálpir børnum, ið hava fingið sálarlig mein av kríggi.
![]()
Silvitni (Mynd: Victor Alejandro Rubilar Rivera)
Børnini, sum konsertin verður hildin fyri
Í september 2023 vóru 120.000 kristnir armenarar riknir frá húsi og heimi í Nagorno-Karabakh, har tey høvdu búð í 1.700 ár. Fleiri túsund børn hava síðan havt tørv á hjálp eftir kríggj, flýggjan og miss.
Fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale var við Mission10forty í Armenia í september 2024, og síðan í norðrara Irak í juni í ár. Har hitti hann teir kristnu armenararnar úr Nagorno-Karabakh, sum vóru riknir burtur, og tey kristnu og yazidarnar í norðrara Irak, sum høvdu verið fyri somu lagnu. Seinni nevndi hann ferðirnar í røðum sínum í Fólkatinginum. Tað eru júst hesi menniskju, sum innsavningin 20. november skal hjálpa.
Zaruhi, 10 ár, hevur tvær ferðir verið noydd at flýggja úr heimi sínum – í 2020 og aftur í 2023. Gjøgnum RESET hevur hon fingið stuðul at koma ígjøgnum kreppurnar. Nú brosar hon aftur
Hvat ágóðin fer til
RESET-verkætlanin er ment av sálarfrøðinginum Kirsten Callesen, sum er ein av stovnarunum av Mission10forty. Gjøgnum RESET vera sálarfrøðingar, sosialráðgevar, talupedagogar og ønnur fakfólk útbúgvin til at hjálpa børnum, ið hava fingið sálarlig mein av kríggi – og hesi fakfólkini læra síðani onnur at gera tað sama. Hetta arbeiðið fer longu fram í Armenia og Ukraina, og ein verkætlan verður fyrireikað í Irak.
Við umleið 280 útbúnum fakfólkum ber til at geva umleið 7.000 børnum hjálp gjøgnum RESET hvørt ár, um hvørt fakfólk hjálpir einum 25 børnum.
Eitt av hesum børnunum er Zaruhi. Hon er bert tíggju ára gomul, men hevur tvær ferðir verið noydd at flýggja heimanífrá, fyrstu ferð í 2020 og aftur í 2023. Gjøgnum RESET hevur hon fingið stuðul til at koma ígjøgnum kreppurnar, og nú brosar hon aftur.
Mission10forty arbeiðir við at fáa útreiðslurnar av ferðini og konsertunum í Føroyum dekkaðar av fyritøkum og stuðlum. Á hendan hátt fara allar gávur og øll inntøkan av atgongumerkjum óskert til at hjálpa kreppuraktum børnum í Nagorno-Karabakh, í Ukraina og til kristin í norðara Irak.
Ein úrmælingur á klaveri
Marianna Shirinyan er fødd í Armenia. Hon er úrmælingur á klaveri og er professari í klaverspæli á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hon hevur spælt á fremstu konsertpallum í Evropa.
Kvinnukórið Silvitni undir leiðslu av Cinthiu González Parada innleiðir konsertina. Silvitni hevur havt nógvar konsertir, síðan tað varð sett á stovn í 2020, og fingið avbera góð úrslit í kórkappingum bæði her heima og í altjóða høpi.
Silvitni syngur føroyska kvæðið ‚Silvurlín’ (úts. Unn Paturson), týska sálmin ‚Maria durch ein Dornwald ging’ (úts. Wolfram Buchenberg) og amerikanska sálmin ‚Down in the River to Pray’ (úts. Jace Wittig).
Marianna Shirinyan spælir verk eftir armenska tónaskaldið Arno Babajanyan, umframt verk eftir Domenico Scarlatti, danska tónaskaldið Hans Abrahamsen, Franz Schubert, Johann Sebastian Bach, Robert Schumann, Sergei Rakhmaninov og Frédéric Chopin.
Í fyrra partinum greiðir Kim Hartzner frá RESET-verkætlanini. Vertur á kvøldinum er Jenis av Rana.
Atgongumerki à 260 krónur fáast á torsgota.fo
Um Mission10forty
Mission10forty er ein altjóða hjálparfelagsskapur við heimstaði í Danmark, sum hjálpir útsettum børnum og ungum í Afrika, Miðeystri og Asia. Kim Hartzner, lækni, byrjaði hjálpararbeiðið í Armenia í 1992. Í dag veitir felagsskapurin stuðul til m.a. børn og familjur í Vardenis í Armenia og arbeiðir við RESET-verkætlanum í Armenia, Ukraina og Irak. Mission10forty hevur hetta motto: „Vit hjálpa teimum, sum ongin annar hjálpir”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald