Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri tí vælumtókta “trettanda kvølds dansinum” í Sjónleikarahúsinum. Tað er vorðin ein traditión eftirhondini, at Tøkum Lætt skipar fyri hesum dansinum um tað mundið, tá trettanda kvøld er. Í ár verður dansurin leygarkvøldið 5. januar, og dansað verður út á náttina. Byrjað verður klokkan 22, og tá liðið er eitt sindur út á náttina verður ein drekkamunnur og smurt breyð at fáa.
Eins og kóparnir á sinni stevndu saman til dans á helluni í Mikladali 13. jólanátt, so stevna føroyingar saman til dans í Sjónleikarahúsinum fyri at dansa og hitta vinir og kenningar.
Kvæðini dynja undir lofti, og í vreiði bregdar Sjúrður Sigmundarson brandi sínum, so ormurin á Glitrarheiði liggur avskorin um miðju í tógva lutum. Trøndur, gamli gøtuskeggi, stevnir við fullmannaðum báti til Sandvíkar fyri at hitta Torgrím Illa. Okkurt man hesin tiltikni gandakallurin úr Gøtu ætla sær, tí rúnarkelvið - tað hevur hann við sær á ferðini.
Í Brúsa høll er bæði levint og gangur, tá Ormar skræðir skeggið av risanum, so bæði kjøt og kjálkafylla fylgja við.
Jú, søgurnar og kvæðini ljóða okkum væl í oyra. Eina slíka dansinátt gerast søgurnar og kvæðini livandi, og vinir og kenningar hittast til skemt og gleim.
Dansurin byrjar klokkan 22 leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald