Innanlands

Vælvitjað vinnutiltak á Glasi

Hósmorgunin var stórt vinnutiltak úti á Glasi – ein blanding av “Vinnan vitjar” og Vinnulívskunning fyri øllum næmingum og lesandi á Glasi, ið hevði til endamáls var at vísa á arbeiðs- og yrkisleiðsmøguleikar í Føroyum

(Mynd: Glasir)

(Mynd: Glasir)

2022-04-01 18:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

35 ymiskir stovnar og fyritøkur luttóku á tiltakinum, og høvdu tey øll ymisk forvitinisligt við at vísa teimum ungu. Kunningarrit og lýsingarplakatur eru ein sjálvfylgja, men harafturat høvdu teir flestu luttakarnir eisini nógv gott til góman eisini. So um man skuldi døma eftir lystimetinum, ið lokkað var við, so hava fyritøkurnar og stovnarnir tørv á arbeiðsorku komandi tíðina, skrivar Glasir á heimasíðuna.

– Stovnarnir og fyritøkurnar vóru væl umboðaðar henda dagin. Av tí so nógv ymisk arbeiðspláss eru umboðaði á Glasi – var hetta ein góður møguleiki hjá næmingum og lesandi at spyrja nærri inn til og forvitnast um útbúgvingar- og yrkisleiðsumøguleikar eftir lokið miðnám, og hesum møguleika tóku næmingarnir av.

Eisini var møguleiki fyri at hoyra styttri framløgur, har Articon, Atlantic Airways og Almannaverkið, MEST og Handilsvinnufelagið høvdu nógv at bera fram.

Vónandi boðar luttøkan hetta árið fyri nógvum góðum arbeiðsmøguleikum hjá yngra ættarliðnum framyvir, skrivar Glasir.

Luttakandi fyritøkur og stovnar o.o vóru:

Auto Service, MEST, Leif Mohr, SEV, MP Teknik, Fokus Industry, Articon, Landsverk, Maria Poulsen, KJ Hydraulik, Hiti, Húsavarðatænastan, J & K. Petersen Contractors,

Formula, Nema, Føroya Tele, Almannaverkið, Landssjúkrahúsið, Politi, Atlantic Airways, Smyril Line – samtakið, 62 norður, Bakkafrost, Nudlavirkið, Sendistovan, Elektron,

Berglon, Solar, Bygma Balslev, Borg, SMS, Effo, Landsverk, Yrkisdepilin, Lestrarvegleiðing og Hægri Nám.

Fleiri myndir frá tiltakinum eru at finna her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder