SAS hevur í kvøld bjóðað miðlunum til tíðindafund, og tað tulka fleiri miðlar sum at verkfallið.
Tað var fyri einari viku síðani, at flogskipararnir hjá SAS fóru í verkfall, tí partarnir ikki gjørdust samdir um ein nýggjan sáttmála. Hetta hevur sett ferðafólkini hjá SAS í eina keðiliga støðu, og fleiri enn 4000 fráferðir eru avlýstar, og fleiri 300.000 ferðafólk hjá felagnum eru ávirkaði av hesum.
Flogferðirnar hjá SAS til og úr Føroyum hava eisini verið avlýstar seinastu vikuna.
Síðani á middegi í gjár hava partarnir samrátt í Danmark, og nú vænta norðurlendskir miðlar, at partarnir eru vorðnir samdir um ein sáttmála. SAS hevur upplýst at samráðingarnir við norsku semingsmenninir umfata flogskiparar í Noreg, Svøríki og Danmark.
SAS bjóðaði upprunaliga til tíðindafund í Stokkholm í Svøríki klokkan 19:30, men síðani er tíðindafundurin fluttur fleiri ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald