Innanlands

Vænta at tunnilin verður latin upp hvørja løtu

Dekk brustu á tveimum lastbilum inni í Eysturoyartunnlinum í kvøld

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-03-17 21:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú skuldi ikki tikið so langa tíð til Eysturoyartunnilin verður latin uppaftur fyri ferðslu.

Løgreglan gjørdi fyrr í kvøld av at steingja tunnilin frá rundkoyringini til Hvítanesar. Orsøkin var, at dekkini brustu hjá tveimum lastbilum næstan samstundis inni í tunnlinum.

Annar bilurin kundi koyra víðari, tá nýtt hjól varð fingið undir hann. Men hin bilurin mátti flytast burtur á blokkvogni. Tað er orsøkin til, at tunnilin hevur verið stongdur í upp móti trimum í kvøld.

- Men nú er um at vera klárt at lata uppaftur, segði vakthavandi á politistøðini fyri lítlari løtu síðani. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder