Uttanlands

Vænta eldgos á Reykjanesi

3800 fólk eru flutt burtur í Grindavík

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2023-11-12 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðan fríggjadagin hava fleiri hundrað jarðsjálvtar verið á Reykjanesi í Íslandi, og væntað verður, at tað fer at goysa úr Torbjørn-fjallinum.

Talan er um eina rivu sum er 15 kilometrar long, sum inniheldur flótandi magma í undirgrundini. Rivan er nærhendis Grindavík, sum liggur knapt 30 kilometrar frá flogvøllinum í Keflavík.

Og fyri at tryggja borgararnar í býnum, vórðu allir 3800 íbúgvarnir í Grindavík fluttir burtur leygardagin.

[object Object]Rivan er 15 kilometrar long, og er lutvíst undir Grindavík (Mynd: RÚV)

Groyti kemur nærri yvirflatuni, og metingin er at tað nú er 800 metrar niðri í jørðini, og eldgosið kann nærkast.

Seinastu árini hava smá eldgos verið við Fagradalsfjall, men hetta er fyrstu ferð í 50 ár, at vandin fyri eldgosi er í bygdum øki, skrivar Danmarks Radio.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder