Uttanlands

Vænta enn eitt eldgos í Íslandi

Møguleiki fyri eldgosi við Grindavík økist

Grótbræðingin frá eldgosinum norðan fyri Grindavík fyri mánað síðan (Mynd: Mbl.is)

Grótbræðingin frá eldgosinum norðan fyri Grindavík fyri mánað síðan (Mynd: Mbl.is)

2024-02-02 07:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er møguleiki fyri enn einum eldgosi í Íslandi nærhendis Grindavík.

Morgunblaðið skrivar, at sambært íslendska veðurstovan eru 6,5 miliónir rúmmetrar av magma er floymdir inn í eitt helli undir jørð við Svartsengi.

Innan tvær vikur kann nøgdin blíva tann sama sum áðrenn eldgosið fyri einum mánað síðani, tá tað fór at goysa við og í Grindavík.

Seinastu sjey dagarnar eru 200 jarðsjálvtar skrásettir í økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder