2022-03-27 17:10
Leonid Pasechnik, leiðarin í Luhansk, ein av tveimum landsslutum í Eysturukraina, sum hava verið nógv merktir av ógvusligum samanbrestum millum ukrainska herin og prorussisk loysingarfólk, boðar frá, at ætlanir eru um eina fólkaatkvøðu um loysing frá Ukraina.
– Eg haldi, at vit í nærmastu framtíð fara at skipa fyri fólkaatkvøðu her í lýðveldinum, har fólkið fer at brúka sín grundlógartryggjaða rætt til at siga sína hugsan um spurningin um at fara uppí russiska samveldið, sigur hann sambært Ritzau.
Luhansk og Donetsk eru partur av Donbass-økinum, sum Vladimir Putin í februar viðurkendi sum sjálvstøðugt øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald