Innanlands

Vænta nógvan kava

Í kvøld og í nátt fer nógvur kavi at koma niður

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-05 13:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nakað av kava er komið niður í dag, og væntandi kemur meira í kvøld og í nátt. Vindurin er eisini vaksandi, og hann fer at vaksa seinnapartin.

Í kvøld veksur hann vindin til hvassan vind ella skrið eystan, 15 til 20 m/s, í støðum stormur, 23 m/s, við hørðum hvirlum, mesti vindurin sunnanfyri. Samdrigið og nógvur kavi ella vátakavi. Hitin millum frostmarkið og fýra stig, sigur Veðurstova Føroya.

Mortan Olsen, økisleiðari hjá Landsverki, segði við útvarpið á middegi, at roknast skal við, at tað kann taka longri tíð enn vanligt áðrenn allir vegirnir eru ruddaðir í morgin árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder