Innanlands

Væntandi aftur hall í 2023

Landsstýrið ætlar at fremja átøk næstu árini, soleiðis at avlop verður aftur á fíggjarlógini fyri 2025

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-31 17:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Væntandi verður undirskotið á fíggjarlógini í 2023 upp á 122,5 milliónir krónur.

Landsstýrið hevur í dag lagt játtanarkarmarnar fyri fíggjarárið 2023 fyri Løgtingið. Karmarnir fevna eisini um árini fram til 2027.

Endamálið við játtanarkørmunum fyri 2023-27 er at vísa mettu og framskrivaðu gongdina í útreiðslum og inntøkum landsins næstu 5 árini við galdandi lóggávu og verandi virksemisstigi.

Landskassin hevði hall í 2020, avlop í 2021 og væntandi aftur hall í 2022 og 2023, skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi. 

Fyri 2023 verður mett, at útreiðslukarmurin verður 6.606,5 mió. kr. Rakstrarútreiðslurnar verða 6.056,5 mió. kr., og løguútreiðslurnar verða 550,0 mió. kr. Inntøkukarmurin verður mettur til 6.484,0 mió. kr. Framskrivaða úrslitið verður -122,5 mió. kr. í 2023.

Serliga útreiðslurnar til almannamál og heilsumál fara at vaksa komandi árini. Avbjóðingin er, at framskrivaði inntøkuvøksturin í fíggjarlógini ikki megnar at fylgja við framskrivaða útreiðsluvøkstrinum.

Landsstýrið ætlar tí at gera átøk á útreiðslusíðuni og inntøkusíðuni fyri 30 mió. kr. í fíggjarlógini fyri 2023, soleiðis at úrslitið verður -92,5 mió. kr. Um átøk fyri 30 mió. kr. verða framd stigvíst hvørt árið fram til 2027, verður javnvág og vaksandi avlop frá 2025 og frameftir, sigur landsstýrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder