Innanlands

Væntandi koyrandi aftur hvørja løtu

Tríggir bilar vóru í ferðsluóhappinum, og sjúkrabilar fóru á Landssjúkrahúsið við fólki. Hvussu støðan hjá teimum er, veit løgreglan ikki

2022-02-15 17:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við vegamóti á landsvegnum við Streymin og innkoyringina til Norðskála eru tey í holt við at rudda upp eftir ferðsluóhappið, sum fór fram seinnapartin.

Tríggir bilar vóru í ferðsluóhappinum, og fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið eftir samanstoytin.

Hvussu støðan hjá fólkunum er, veit løgrøglan ikki í løtuni.

Ferðsluóhappið hevur tarnað ferðsluni í økinum, men nú verður væntandi koyrandi aftur hvørja løtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder