Uttanlands

Væntar at klára tey 14 hægstu fjøllini upp á sjey mánaðir

Nirmal Purja byrjaði í apríl, og vantar nú bara tríggjar tindar fyri at klára øll heims fjøll oman fyri 8.000 metrar

Nirmal Purja (Mynd: EPA)

Nirmal Purja (Mynd: EPA)

2019-09-17 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimsmetið fyri at koma upp á heimsins 14 ovastu fjallatindar upp á stytst tíð, er næstan átta ár.

Men nú ger ein klintrari úr Nepal eina óvanliga roynd at klára tað upp á bert sjey mánaðir. Talan er um Nirmal Purja, sum fyrr hevur verið servandur hermaður í bretska herinum, skrivar AFP.

Síðan apríl hevur hann megnað at klintra upp á 11 av teimum hægstu tindunum. Í gjár gjørdi hann seg til reiðar at klára teir seinastu tríggjar, tá hann kom til ’bacecamp’ á fjallinum Cho Oyu í Himalaya.

Fjallið, sum liggur í sama øki sum Mount Everest, er 8.201 metrar høgd og heimsins sætthægsta.

- Hetta snýr seg ikki um meg. Tað er fyri at vísa hvat mannakroppurin er førur fyri at megna, sigur 36 ára gamli Nirmal Purja við AFP-tíðindastovuna.

Hann byrjaði royndina í apríl við 8.091 metra høga Annapurna. Ein mánað seinni hevði hann klárað seks fjallatindar afturat, teirra millum Mount Everest, heimsins hægsta fjall.

Síðan fór hann til Pakistan fyri at klintra upp á fimm fjallatindar, teirra millum K2, ið er heimsins næsthægsta fjall.

Á ferðini hevur royndi fjallaklintrarin sett fleiri met. Millum annað náddi hann upp á Everest, Lhotse og Mount Malaku í mettíðini 48 tímar.

Purja kom eisini í miðlarnar fyri at bjarga einum fjallaklintrara úr Maleisia frá deyða uppi á Mount Annapurna.

Áðrenn hann byrjaði túrin í vár fekk hann eina tatovering á ryggin av øllum teimum 14 fjøllunum, sum eru oman fyri 8.000 metrar.

Nú vanta bert tríggir tindar fyri at taka verandi heimsmet við fleiri árum.

Einasti trupulleiki er, at stjórnin í Kina hevur gjørt av at steingja fjallið Shisapangma av fyri í ár. Fjallið er 8.013 metrar og nummar 14 á listanum.

Men arbeitt verður við at søkja um serligt loyvi til Nirmal Purja, so hann kann fullføra sítt bragd, skrivar AFP.

Heimsins 14 fjøll yvir 8.000 metrar liggja øll í Himmalaya fjallaketuni ella Karakoram-fjallaketuni, sum liggur í Pakistan, India og Kina.

Les eisini: Arni Vatnhamar lagt fjórða tindin fyri sínar føtur 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder