Innanlands

Væntar at samgongan kemur við einum útspæli í dag

Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum harmast um at málið um rættin hjá samkyndum til foreldur hevur fingið so stóran politiskan týdning. Ongin ivi skal vera um, at øll menniskju eiga at javnsetast í sambandi við allar lógir, sigur hann

Erhard Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Erhard Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-09 09:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vónandi kemur okkurt skilagott útspæl frá samgonguni til tingfundin í dag. Um ikki, so rokni eg við, at tað verður ein keðiligur tingfundur, har bylgjurnar fara at ganga rættiliga høgt.

Soleiðis sigur tingmaðurin fyri Sambandsflokkin, Erhard Joensen, undan tingfundinum í dag, tá málið um rættin hjá samkyndum foreldrum kemur til aðru viðgerð.

Erhard Joensen dylir ikki fyri, at hansara áskoðan er, at hann heldur, at øll menniskju skulu skulu javnsetast í sambandi við allar lógir. Tí harmast hann almikið um, at eitt slíkt mál sum hetta skal hava fingið so stóran politiskan týdning.

- Tað burdi ikki verið eitt problem at fingið eitt mál, sum hetta, samtykt, heldur Erhard Joensen.

Men tá tað er sagt, so vil hann ikki siga, hvønn knøtt hann fer at trýsta á, tá uppskotið hjá átta tinglimum úr teimum trimum andstøðuflokkunum kemur til aðru viðgerð á fundinum, sum byrjar klokkan 11 í dag.

- Nú fáa vit at síggja hvat landsstýrið kemur við á tingfundinum, og so taki eg støðu út frá tí, sigur Erhard Joensen.

- Hetta verður ein afturvendandi trupulleiki
Tað er eyðsæð, at hann harmast um, at landsstýrið ikki hevur megnað at koma við teimum fylgilógum, sum eru neyðugar at fáa broyttar í sambandi við at hjúnabandslógin verður broytt.

- Um hesi uppskot ikki koma, so verður hetta ein afturvendandi trupulleiki fyri samgonguna alt hetta valskeiðið, tí málini fara at koma eitt fyri og annað eftir, um landsstýrið ikki megnar at avgreiða uppgávuna sjálvt, sigur Erhard Joensen.

Hann er ivaleysur í, at uppskotið, sum nú liggur á borðinum, fyrst av øllum er lagt fram fyri at fella samgonguna enn fyri at broyta barsilslógina. Tí vil Erhard Joensen heldur ikki geva uppskotinum sítt viðmæli, tí hann hevur givið løgmanni eitt lyfti um, at hann ikki er sinnaður at fella samgonguna upp á júst hetta málið.

Fleiri í samgonguni eru ivasom
- Men vit eru fleiri í samgonguni, bæði í mínum flokki og í Fólkaflokkinum, sum eru ivasom um støðuna, vit eru í. At vit ikki kunnu hava eina áskoðan um at viðgera allar borgarar eins, uttan at koma samgonguni í trupulleikar.

- Tað eru ikki bara Johan Dahl og eg, sum hava hesa áskoðan, sigur Erhard Joensen.

Hvat er tað, tú ynskir skal koma frá landsstýrinum? Er ikki nóg mikið at siga, at landsstýrið arbeiðir við málinum

- Landsstýrið hevur havt ómikið av tíð til at arbeiða við hesum málinum. Eg vænti at síggja okkurt ítøkiligt í dag, sigur sambandstingmaðurin.

Tað er skjótt hálvurfjórði mánaður síðani, at uppskotið varð lagt á tingborð. Tað hevði fyrstu viðgerð á løgtingi 17. november, og 20 januar legði vinnunevndin sítt álit fram.

Andstøðulimirnir í vinnunevndini, sum hava meirilutan í nevndini, mæla til at samtykkja uppskotið. Tað mælir Johan Dahl úr Sambandsflokkinum eisini, tó við tveimum smærri broytingum.

Fólkaflokslimirnir Jákup Mikkelsen og Beinir Johannesen mæla frá at samtykkja uppskotið við hesi grundgeving: “...avtala  er  í  samgonguni um,  at lógarbroytingar bert verða gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar.” 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder