Innanlands

Vága Floghavn 3,9 milliónir í avlopi

Ferðslan er komin upp aftur á sama stig sum undan farsóttini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-19 10:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við teimum 431.079 ferðandi, sum fóru um Vága Floghavn í 2023, varð metið frá 2019 tikið. Ferðslan er tí komin upp á aftur stigið frá undan farsóttini, sigur floghavnin, sum hevur havt aðalfund.

Úrslitið fyri 2023 vísir eitt avlop upp á 3,9 milliónir krónur, sum er væl minni enn tær 8,8 milliónirnar í 2022.

- Bæði í 2019, 2022 og nú aftur í 2023 hevur ferðafólkatalið um Vága Floghavn verið omanfyri 400.000. Øll nevndu ár hevur mynstrið verið ógvuliga líkt, nevniliga so, at umleið helvtin av teimum ferðandi hava verið føroyingar. Um 43 prosent av hesum eru búsitandi í Føroyum og eini 7-8 prosent eru búsitandi uttanlands. Hetta merkir, at umleið 100.000 av teimum ferðandi eru føroyingar og hin helvtin, aðrar 100.000, tískil útlendingar. Tá eru sjálvandi allir útlendingar taldir við, eisini teir, sum koma til Føroya í arbeiðsørindum, skrivar Vága Floghavn í tíðindaskrivi.

Tá ferðafólkatøl verða upplýst, er altíð talan um ferðandi báðar vegir. Hvør einstakur ferðandi telur tí tvær ferðir.

Stórar íløgur fyri framman
Við stóra tørvinum á íløgum í huga er eyðsæð, at Vága Floghavn hevur fyri neyðini at hava støðug nøktandi úrslit, tí annars er møguleiki neyvan fyri alla tíðina at arbeiða við neyðugum tillagingum, soleiðis at umstøðurnar á flogvøllinum, í farstøðini og tænastubygningunum nøkta tørvin hjá brúkarunum. 

Vága Floghavn hevur longu sum er fleiri verkætlanir í gongd fyri at bøta um, og aðrar eru á veg. Útbygda viðførismóttøkan er nú tikin í nýtslu og komið er væl áleiðis við at víðka um parkeringsøkið og umstøðurnar til at byggja hangarar á. 

Talan er um átrokandi neyðug arbeiði, tí umstøðurnar hesum viðvíkjandi eru ikki nøktandi sum er.  Aðrar verkætlanir eru somuleiðis í gongd, millum annað verður nýtt standpláss til flogfør liðugt í næstum, nýggj gate verður gjørd, sigur Vága Floghavn.

Bogi Bendtsen er nýggjur nevndarlimur. Hann skal vera við at styrkja um fíggjarligu førleikarnar í nevndini. Nevndin hevur skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni. Eftir aðalfundin er nevndin mannað soleiðis: Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna, Janus Rein, næstformaður, Gunn Hanusardóttir Møller, Bogi Bendtsen og Uni Danielsen eru vald av aðalfundinum, meðan Nanny Ritter Falkvard, Tórstein á Steig og Egil B. Joensen eru starvsfólkavald umboð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder