Vága Floghavn er enn ikki góðkend, at taka ímóti so stórum flogførum, sum Boeing 757-200 farmaflogfarinum hjá FarCargo. Tað visti Dagur og vika at siga í kvøld.
Floghavnin í Vágum hevur loyvi at taka ímóti flogførum sum hava eina veingjavídd upp á 36 metrar ella minni, men flogfarið hjá FarCargo er 41 metrar.
Kortini lendi flogfarið hjá FarCargo í Vágum mánadagin.
(Mynd: Sverri Egholm)
Tað er svenska felagið Westatlantic, sum rekur flogfarið fyri FarCargo. Felagið hevur fingið loyvi at flúgva upp á Føroyar við flogførum, sum Vága Floghavn er góðkend til, men altso ikki so stórum sum Boeing 757-200.
Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, ásannar í dag, at floghavnin ikki er góðkend til so stór flogfør. Hann sigur við Dag og viku, at hann helt, at Westatlantic hevði fingið neyðugu loyvini frá Trafikstyrelsen, og at myndugleikin hevði givið teimum undantaksloyvi.
Trafikstyrelsen fær væntandi eina frágreiðing í næstu viku.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald