Eftir at Dagur og vika í gjár hevði eitt innslag um vantandi góðkenning hjá Vága Floghavn at loyva stóra Boeng B757-200 farmaflogfarinum hjá FarCargo at lenda, hevur óvissa valdað, um tað veruliga er so.
Vága Floghavn hevur í kvøld sent út tíðindaskriv til miðlarnar, har nevnt verður, at Vága Floghavn bíðar eftir at fáa varandi loyvi frá danska ferðslustýrinum til at hetta slagið av flogførinum fær loyvi at flúgva uppá Vága Floghavn.
Men sambært Vága Floghavn hevði ferðslustýrið givið flogfarinum loyvi at lenda í Vágum 4. mars og flúgva við farmi úr Føroyum til New York tann 5. mars. Eitt eingangsloyvi.
Ferðsstýrið hevur biðið um eina frágreiðing, sum lýsir tilgongdina í málinum. Avtalað er, at frágreiðingin verður latin teimum í komandi viku. Vága Floghavn hevur tí ikki fleiri viðmerkingar til hetta málið áðrenn frágreiðingin er latin ferðslustýrinum, verður sagt.
--
Tíðindaskrivið er soljóðandi:
Tíðindainnsløg hava verið í Kringvarpi Føroya um loyvið hjá FarCargo at flúgva uppá Vága Floghavn.
Í hesum sambandi skal upplýsast, at Vága Floghavn í nærum 2 ár hevur verið í samskifti við myndugleikarnar, Trafikstyrelsen, um at fáa góðkenning til flogfør av slagnum B757-200, sum FarCargo hevur útvegað sær. Talan er um sonevnt Code Letter D flogfar. Fyrsta umsóknin varð latin í september 2022. Trafikstyrelsen bað tíðliga í 2023 um, at umsóknin varð býtt sundur í fleiri partar, og tað hevur Vága Floghavn síðani gjørt, og sent Trafikstyrelsen til viðgerðar, so hvørt sum einstøku partarnir av umsóknini og skjalatilfarið, sum Trafikstyrelsen hevur umbiðið, var tøkt. Seinastu partarnir av umsóknunum kundu sostatt ikki latast inn til Trafikstyrelsen fyrr enn ávikavist 31. januar 2024 og 26. februar 2024.
Av tí at viðgerðirnar av umsóknunum hjá Trafikstyrelsen ikki eru lidnar, bíðar Vága Floghavn eftir at fáa varandi loyvi frá Trafikstyrelsen til at hetta slagið av flogførum fær loyvi at flúgva uppá Vága Floghavn.
Loyvi varð fingið frá Trafikstyrelsen
Skipanin við lendingarloyvum og operativum loyvum verður umsitin av Trafikstyrelsen, sum tískil er einasti myndugleiki, sum kann játta slík loyvi.
Tá FarCargo ynskti at lenda í Vágum tann 4. mars og flúgva við farmi úr Vágum til USA tann 5. mars, var Vága Floghavn í samskifti við Trafikstyrelsen um hvussu hetta kundi handfarast, nú endaliga loyvið ikki fyrilá. Niðurstøðan varð, at operatørurin, sum hevur flogloyvið til farmaflogfarið, í hesum føri West Atlantic í Svøríki, kundi senda eina umsókn til Trafikstyrelsen um eitt sonevnt charter-loyvi (eingangsloyvi).
Svenska felagið søkti hin 27. februar 2024 um loyvi til charter flúgving við farmi úr Vága Floghavn til New York. Svenska felagið sendi Vága Floghavn avrit av umsókn síni. Tveir dagar seinni – hin 29. februar 2024 – fekk svenska felagið játtandi svar frá Trafikstyrelsen, við avriti til Vága Floghavn.
Út frá fyriliggjandi skjølum sá Vága Floghavn onga orsøk til at taka onnur enn vanlig atlit til tílíka flúgving.
Í Degi & Viku í gjárkvøldið kom fram, at Trafikstyrelsen hevði aðra áskoðan á málið og hevur í hesum sambandi heitt á Vága Floghavn, um at geva teimum eina frágreiðing sum lýsir tilgongdina í málinum. Avtalað er, at frágreiðingin verður latin teimum í komandi viku. Vága Floghavn hevur tí ikki fleiri viðmerkingar til hetta málið áðrenn frágreiðingin er latin Trafikstyrelsen.
Eingin ivi um trygdina
Beinanvegin tá Vága Floghavn hin 29. februar 2024 fekk sendandi avrit av charter-loyvinum til farmaflúgving, sum Trafikstyrelsen hevði játtað svenska felagnum, fór Vága Floghavn undir fyrireikingar til at taka ímóti og avgreiða lending, lasting og fráferð hjá farmaflogfarinum. Øll neyðug trygdarstig vórðu sett í verk, og eyka manning varð innkallað til tess at tryggja, at øll trygdarviðurskifti vóru avgreidd sum tey eiga.
Vága Floghavn er ikki óvand at taka ímóti størri flogførum og hevur alla kravda tilbúgving og útgerð til at handfara tílíkt. Eitt nú hava størri farmaflogfør og hernaðarflogfar lent í Vága Floghavn nakrar ferðir seinastu árini. Og tá hevur Vága Floghavn eisini gjørt neyðugar fyrireikingar, soleiðis at eingin ivi er um flogtrygdina. Lendingin og fráferðin hjá farmaflogfarinum 4. og 5. mars 2024, er tí ikki øðrvísi enn aðrar slíkar lendingar og fráferðir hjá størri flogførum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald