2020-02-04 14:50
Vága Javnaðarfelag skipar fyri fundi í Húsmøðrafelagshúsinum í Sørvági í kvøld, týskvøldið 4. februar klokkan 19.00.
Løgtingsmenninir Jóhannis Joensen og Aksel V. Johannesen fara at leggja fyri. Viðgjørd verða aktuel mál, sum eru til viðgerðar í Løgtinginum og millum fólk sum heild.
Orðaskifti verður, har fundarfólkið fær møguleika at samskifta við løgtingsmenninar. Tað ber sjálvandi eisini til at taka evni upp enn tey, sum rørast í politisku skipanini í løtuni.
Fundurin er almennur.
Vága Javnaðarfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald