Innanlands

Vága kommuna: Allar avmarkingar tiknar av á barnaansingarstovnunum

Tað varð avgjørt á fundi hósdagin

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2022-02-25 15:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tvey árini, hava regluligir fundir verið millum leiðslurnar á stovnunum í Vága kommunu og fyrisitingina í kommununi, um hvussu støðan við koronu hevur skula verið handfarin. Á fundi í gjár varð so avgjørt, at seinastu koronuavmarkingarnar verða tiknar av.

Tað skrivar kommunan á heimasíðuna.

– Hetta merkir, at børn, starvsfólk og foreldur aftur kunnu hava ein vanligan gerandisdag á stovnunum. Børnini kunnu ganga millum stovur, starvsfólk kunnu fara inn á aðrar stovur at arbeiða um tørvur er á tí, og tá foreldur koma við børnum og heinta tey aftur, kunnu tey koma alla leiðina inn á stovuna hjá barninum, har møguligt er fyri einum kaffimunni og prát um, hvussu dagurin hjá barninum hevur verið.

– Bjarni Prior, borgarstjóri ynskir at takka leiðslunum og starvsfólkunum á stovnunum fyri teirra íkast og at tey hava víst ábygd, fyri at tryggja at stovnarnir hava kunnað virkað so væl sum gjørligt, og foreldrum fyri teirra tolsemi við støðuni, sum hevur verið seinastu tvey árini, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder