Innanlands

Vága kommuna: Arbeiðið at gera Nýggjaveg boðið út í vikuni

Nýggivegur í Miðvági hevur verið eitt mál, sum hevur ligið í nógv ár, men nú hevur býráðið sett sær fyri at fáa tað avgreitt, og seinastu vikuna hevur arbeitt verið við at asfaltera part av vegnum, og arbeiðið at breiðka og asfaltera norðara part verður boðið út í vikuni

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2022-07-05 18:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu vikuna hevur verið arbeitt við at asfaltera part av Nýggjavegi í Miðvági, frá Ápramsvegi norð til brúnna, og er tað arbeiðið nú liðugt.

Sambært Vága kommunu er vegurin frá brúnni og norð á Heiðar í ringum standi, og verður arbeiðið at breiðka og asfaltera norðara part av Nýggjavegi boðið út í vikuni millum allar teir lokalu entreprenørarnar í kommununi.

Eftir ætlan fer arbeiðið í gongd so skjótt sum tilboðini eru komin inn, og sáttmáli er undirskrivaður, skrivar kommunan.

Talan er um eitt mál, sum hevur ligið í nógv ár, men sum býráðið setti sær fyri at fáa avgreitt.

Tað er ongin loyna at Nýggivegur hevur fylt nógv hjá teimum sum hava havt sína dagligu gongd har. Nú sýnist ein glotti at vera í arbeiðinum, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Hann sigur, at hann gleðir seg til, at málið verður avgreitt, og børn og vaksin trygt kunnu brúka Nýggjaveg sum farleið oman í bygdina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder