
Vága kommuna arbeiðir við at finna eina loysn, so sleppast kann undan, at borgarar í Vágum skulu av oynni at kanna seg fyri koronu.
– Vit skilja sera væl okkara borgarar, ið eru í eini keðiligari støðu, men vónandi finna vit eina loysn skjótast gjørligt, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.
Tað er ein sannroynd at smittutølini í Vágum økjast, og tað er eitt sera stórt trýst á kommununa, og sjúkrahúsverkið sum heild av íkomni støðuni. Kommunan hevur seinastu dagarnar arbeitt á øllum mótum, saman við einum sera trýstum sjúkrahúsverki, at finna eina loysn, so umgangast kann, at borgarar í Vágum skulu av oynni til kanningar, skrivar Vága kommuna á heimasíðuna.
Kannað varð í Miðvági sunnudagin, og tá lótu uml. 500 fólk seg kanna. Tað er 15 prosent av øllum borgarum í oynni, og vísti hetta, sambært kommununi, at at tørvurin at hava eina kanningarstøð í Vágum er stórur.
Sambært korona.fo vórðu 11 smittutilburðir staðfestir í Vágum sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald