2019-11-25 21:12
Øll jólatrøini í Vága kommunu verða tendrað hósdagn 28. november. Tað upplýsir kommunan á heimasíðuni í dag.
Fyrsta træið, sum verður tendrað verður træið í Vatnsoyrum. Jólatræið har verður tendrað klokkan 17, og síðani verða trøini í Miðvági og í Sandavági tendrað ávikavíst klokkan 17.45 og klokkan 18.30.
Marjun í Kálvalíð, prestur, talar og Sørvágs Tónleikarfelag spælir. Eisini koma jólamenn á vitjan, og kommunan bjóðar til ein drekkamunn aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald