Í juli mánað, hevur listamaðurin Hergeir á Mýrini havt framsýning í vindeygunum í Haraldsstovuhandilinum í Sandavági.
Hergeir er sandavágsmaður, men hevur hann búð í Íslandi í nógv ár. Javnan, tá Hergeir er heima í Sandavági og vitjar, hevur hann havt listaframsýning í heimbygdini.
Áðrenn leiðin gekk aftur til Íslands hesaferð, var Hergeir framvið á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu og handaði Bjarna Prior, borgarstjóra ein málning, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Málningurin er ein vatnlitsmálningur og myndaevnið er Giljanesskúli í 1965, við Prestlandi, Streymoynni og so Koltur í bakgrundini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald