Mentan

Vágakórið byrjar aftur við nýggjum kórleiðara

Eftir drúgvan steðg byrjar kórið at venja aftur 7. september, og Rúna á Rógvi, sum hevur lisið tónleikavísind í Aarhus, verður kórleiðari

Rúna á Rógvi (Mynd: Vágakórið)

Rúna á Rógvi (Mynd: Vágakórið)

2020-08-21 19:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir drúgvan steðg byrjar Vágakórið aftur at venja mánakvøldið 7. september. Hesum boðar nevndin í Vágakórinum frá í tíðindaskrivi.

Eisini verður boðað frá, at kórið hevur fingið avtalu við Rúnu á Rógvi um at vera kórleiðari.

– Rúna á Rógvi er ættað úr Vestmanna, men býr í Sandavági. Hon hevur lisið tónleikavísind á Aarhus Universiteti. Rúna og familja hennara fluttu aftur til Føroya í 2013 eftir nærum 8 ár í Danmark, har hon var virkin í tónleika- og kórlívinum á universitetinum. Rúna hevur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali, síðani hon flutti til Føroya aftur. Hon gleðir seg til samstarvið við Vágakórið, og hóast krúnufarsóttin herjar, so verður spennandi at fara í gongd við eitt nýtt kórár, har bæði almennu
tilmælini og sanggleðin fær rúmd.

– Vit bjóða fegin nýggjum sangarum, bæði ungum og eldri, royndum sum óroyndum, við í Vágakórið og saman við okkum gera kórið til eitt fjølbroytt oyggjakór. Vit merkja týdningin av at hava eitt kór í oynni og eru fegin um, at vágafólk stuðla, tí ofta eru boð eftir okkum, tá eitthvørt tiltak er bæði til gaman og álvara.

Fyrsta venjingin hjá kórinum verður mánakvøldið 7. september klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder