Innanlands

Vágakórið og Vestmanna sangkór hava tvær konsertir saman sunnudagin

Tann fyrra konsertin verður í Sandavágs kirkju klokkan 16, og tann seinna byrjar klokkan 19 í Vestmanna kirkju. Talan er um umleið hálvthundrað kórsangarar, skrivar VP

2023-12-06 17:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin 10. desember hava Vágakórið og Vestmanna sangkór tvær konsertir, har kórini fara at syngja ymiskar jólasangir.

Tann fyrra konsertin verður í Sandavágs kirkju klokkan 16, og tann seinna byrjar klokkan 19 í Vestmanna kirkju. Hetta skrivar Vágaportalurin-

- Vit kunnu lova tykkum, sum koma at lurta, eina fjølbroytta konsert undir leiðslu av teimum báðum kórleiðarunum John Jacobsen og Rannvá Margretu Matras-Olsen og umleið hávthundrað væl uppløgdum kórsangarum úr vesturøki Føroya.

Á skrá eru kendir og minni kendir føroyskir og útlendskir jólasangir, sum kórini syngja saman og hvørt sær.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder