Innanlands

Vágar: Tveir mans brutu inn í hús

Teir vórðu ávirkaðir og vápnaðir við knívi, men eingin av húsfólkunum fingu nakran álvarsligan skaða. Ein av monnunum situr í rættinum nú.

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-11-03 14:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um trý-tíðina seinnapartin í gjár varð ringt eftir løgregluni, tá tveir mans, í hvussusoer ein teirra vápnaður við knívi, royndu at bróta inn í eini hús í Vágum.

Løgreglan var skjót á staðnum og fekk tamarhald á støðuni. Menninir, ið høvdu brotið seg inn í húsini, vórðu ávirkaðir, og løgreglan handtók teir og koyrdi teir í brummuna í Klaksvík, har teir sluppu at sova rúsin av sær.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at fleiri fólk vórðu inni í húsunum, og at ein teirra hevur verið útsettur fyri harðskap, men viðkomandi varð ikki særdur av knívi.

Løgreglan avhoyrdi vitni í gjár og í dag, og brotsmenninir vórðu avhoyrdir í morgun.

Ein teirra er vorðin leyslatin, men hin maðurin situr í rættinum til grundlógaravhoyring nú, og vil løgreglan hava hann varðhaldsfongslaðan, meðan málið verður kannað nærri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder