
Seinastu mánaðirnar hevur Norðoyatunnilin verið fyri einari dagføring. Tað hevur gjørt, at stongt hevur verið fyri ferðslu frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá kl. 22.00 til kl. 06.00. Ferðslan hevur tó verið leidd ígjøgnum klokkan ellivu, á midnátt, klokkan tvey og klokkan fýra.
Soleiðis verður eisini í Vágatunnlinum komandi tíðina. Arbeiði við at dagføra hann fót í gongd í gjár, og tað kann væntast at verða liðugt 30. apríl. Hetta skrivar tunnil.fo, ið ið eisini skrivar, at tað sum verður gjørt í Vágatunlinum er líkt tí, sum seinastu mánaðirnar er gjørt í Norðoyatunlinum:
- Vegøksl og betongverja verður stoypt gjøgnum allan tunnilin í báðum síðum. SEV skal leggja tveir 60 KV kaðlar gjøgnum tunnilin. Fyri at geva bilførarunum eina góða «visuella orientering», verða markeringsljós sett í kantsteinin. Articon fer at taka sær av gravi- og stoypiarbeiðnum, og LM-Electric hevur uppgávuna at montera markeringsljósini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald